Innanlands

Watson fongslaður í tríggjar vikur afturat

Spurningurin um útflýggjan er nú klárur hjá danska løgmálaráðnum at taka støðu til

Paul Watson á veg inn í rættarhølið í Nuuk í dag (Mynd: Sermitsiaq)

Paul Watson á veg inn í rættarhølið í Nuuk í dag (Mynd: Sermitsiaq)

2024-10-02 14:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rætturin í Nuuk í Grønlandi avgjørdi í dag at leingja fongslingina hjá Paul Watson við trimum vikum til 23. oktober.

Paul Watson varð fongslaður í Nuuk fyri góðum trimum mánaðum síðani eftir at hann varð handtikin 21. juni á skipinum John Paul de Joria, sum bunkraði í grønlendska høvuðsstaðnum á veg yvir í Kyrrahavið gjøgnum útnyðringsleiðina norður um Kanada.

Grønlendska løgreglan valdi – eftir eitt prei frá føroysku løgregluni – at handtaka umstrídda umhvørvisstríðsmannin, tí Japan hevur sent út boð um at handtaka mannin, so hann kann rættarfylgjast í Japan.

Í góðar tríggjar mánaðir hevur Paul Watson nú bíðað eftir at danska løgmálaráðið skal taka støðu til um hann skal útflýggjast til Japans ella ikki.

Á rættarfundinum í morgun kom fram, at grønlendska løgreglan er liðug við sínar kanningar.

Grønlendski miðilin, Sermitsiaq, skrivar at úrslitið av hesum kanningum eru sendar til danska løgmálaráðið, og at nú er klárt hjá løgmálaráðnum at taka avgerð. Avgerðin hjá løgmálaráðnum kann leggjast fyri rættin í Grønlandi og møguliga kærast víðari til landsrættin, skrivar Sermitsiaq.

Verjin hjá Paul Watson royndi enn einaferð á rættarfundinum at fáa loyvi til at grundgeva fyri, at tær gerðir, ið Watson er skuldsettur fyri, als ikki vóru vandamiklar fyri japansku hvalafangararnar. Talan er um eina hending, sum fór fram í Suðuríshavinum í 2010.

Men rætturin vísti hesum aftur.

Watson er skuldsettur fyri at vera sekur í, at potansýra varð tveitt eftir japansku hvalafangaranum, og at ein persón kom til skaða í hesi hending. Slík verður bert gjørt, um ein hevur ætlanir um at skaða fólk, hevur ákærin víst á.

Ákæruvaldið hevur allatíðina mælt til at halda Watson fongslaðan, tí tað er hent fyrr, at Watson er rýmdur úr landinum – tað hendi í Týsklandi – meðan viðgerðin um eina møguliga útflygging til Japans hevur verið viðgjørd.

Watson fekk á rættarfundinum í dag høvi til at taka orðið, og hann segði:

- Tað er ikki eg, sum havi framt brotsverk – tað er japanska samfelagið, sum aftur og aftur brýtur altjóða avtalur, segði Watson, sambært Sermitsiaq, og hann ákærdi eisini Japan og Danmark fyri at “halda saman” í hesum máli.

Av tí at ákærurnar móti Watson kunnu geva fongsul upp í eitt ár, so helt rætturin í Nuuk ikki, at nakað var til hindurs fyri at leingja fongslingina í tríggjar vikur afturat.

Avgerðin verður enn einaferð kærd til landsrættin, skrivar Sermitsiaq.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder