Uttanlands

Wednesday verður aftur

Netflix hevur fyrr í kvøld váttað, at fleiri partar koma av einari av teimum allarbest umtóktu røðunum hjá sær nakrantíð

20-ára gamla Jenny Ortega hevur fingið stórt rós fyri at spæla kenda leiklutin, og er hon tilnevnd eil eina Golden Globe, eins og røðin sjálv er

20-ára gamla Jenny Ortega hevur fingið stórt rós fyri at spæla kenda leiklutin, og er hon tilnevnd eil eina Golden Globe, eins og røðin sjálv er

2023-01-06 19:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani "Wednesday" kom á Netflix 23.november hevur ræðu-skemtirøðin, ið bæði hevur nakað um tannáringalív, nakað um tað yvirnátúrliga og eitt gátuført mál, sum skal loysast, við tikið milliónir kring heimin á bóli.

Tølini vísa, at talan er um tí Netflix-røðina á enskum, ið er næstmest stroymd fyrstu tíðina - tann næstbest umtókta. Uppá bara uppá tríggjar vikur kom talið av stroymdum tímun av røðini uppum eina milliard, og Netflix skrivaði, at yvir 150 milliónir húsarhald hugdi eftir "Wednesday".

Røðin hjá kenda filmskaparanum Tim Burton yvirhálaði Dahmer - Monster: The Jeffrey Dahmer Story sum skelkaði hyggjarar kring heimin síðsta heyst. Tað er bert Stranger Things (Sesong 4), ið hevur hægri tøl enn "Wednesday".

[object Object]
Gátuføra familjan Addams

[object Object]
Addams-familjan í 90-árunum, har tveir filmar komu út. Christina Ricci, ið tá spældi Wednesday, er við í øðrum leikluti í Netflix-røðini

Røðin er eisini tann, sum flest hava hugt eftir á stroymingartænastuni síðstu vikuna. Tað eru helst nógv, sum skjótt eru komin ígjøgnum teir átta partarnar, og síðani hava undrast á og bíða spent eftir kunngerðini: Nær og hvar koma nýggir partar. 

Wednesday Addams loysti stóru gátuna í síðsta partinum, men eini gátufør sms-boð boðaði frá, at meira var í væntu. Við flottu tølunum sleptst helst ikki undan at gera fleiri partar, men søgur hava seinastu dagarnar verið frammi um, at Netflix fer at missa rættingini til HBO Nordic.

Klokkan 17 varð tað tó endaliga staðfest at fleiri partar av "Wednesday" koma á Netflix. Stroymingartænastan hevur ikki kunngjørt nær sesong 2 kemur, ella hvørjir sjónleikarar verða við, men mett verður at tað helst verður í fyrru hálvu av 2024.


Dansurin hjá Wednesday Addams í fjórða partinum - hesin hevur av álvara sligið seg fastan á alnótini

Tað er helst eingin ivi um, at Jenna Ortega heldur fram í høvuðsleiklutinum. 20-ára gamla Ortega, ið hevur røtur úr Meksiko og Puerto Riko, hevur gjørt leiklutin sum Wednesday Addams, við tí heilt serligu persónligheitini, til sína egnu. Hennara sjálvgjørdi dansur hevur sligið met á Tiktok og hevur longu verið endurgjørdur óteljandi ferðir, og Jenna Ortega er tilnevnd til eina Golden Globe fyri leiklutin. Røðin sjálv er eisini tilnevnd.

"Wednesday" er nýggjasti partur - ein spin-off - av The Addams Family-heiminum. Tað byrjaði sum ein teknirøð hjá Charles Addams í 1938. Í 1960'unum gjørdist tað ein sjónvarpsrøð, tað hevur verið ein teknifilmsrøð á millum annað Cartoon Network, og í 1990'unum komu tveir Addams Family filmar, og røðin var endurgjørd. Hendan endurreisinin hevur sjóneykuna á gentuna í familjuni, ið fer á serliga Nevermore Academy, og á skúlanum verður Wednesday Addams skjótt knýtt upp í ymiskt vandamikið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder