Uttanlands

Weinstein dømdur fyri enn eina neyðtøku

Samstundis varð hann frídømdur í einum øðrum líknandi máli

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-12-20 07:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

70 ára gamli fyrrverandi Hollywood-filmsframleiðarin, Harvey Weinstein, er enn einaferð dømdur sekur í valdstøku.

Ein nevningadómstólur í Los Angeles dømdi í gjár Weinstein sekan í fleiri ákærum, sum ein kvinna hevur lagt fram móti honum. Men samstundis er frídømdur fyri eina aðra ákæru, ið varð framsett av eini aðrari kvinnu, skrivar Sky News.

Harvey Weinstein situr í løtuni fongslaður fyri ein 23 ára langan dóm, sum hann fekk í 2020, tá ein dómstólur í New York dømdi hann sekan fyri valdstøku og kynsligan ágang.

Weinstein gjørdist andlitið, ið byrjaði #MeToo rørsluna í USA, sum byrjaði í 2017. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder