2023-02-25 13:55
70 ára gamli fyrrverandi filmsframleiðarin Harvey Weinstein, sum í 2020 fekk ein 23 ára langan fongsulsdóm fyri neyðtøku og ágang, hevur nú fingið enn ein dóm.
Tað var hósdagin, at ein dómstólur í Los Angeles gav honum 16 ár afturat fyri neyðtøku, skriva fleiri miðlar.
Málið snýr seg um eina hending, sum gekk fyri seg á einum gistingarhúsi í Beverly Hills í 2013. Offrið í hesum málinum er ein evropeisk model.
Nýggi dómurin hevur við sær, at Weinstein, ið hevur sitið í tvey ár, verður verandi í fongslinum restina av sínum døgum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald