2022-09-07 13:12
Í morgun útkom sjónbandalagið til nýggja staklagið hjá Dan Olsen, "Welcome to the Future".
Sjónbandalagið varð tikið upp í Saksun í summar.
Dan Olsen er kunstnaranavnið hjá argjamanninum Dánjal Róa Olsen, sum er búsitandi í London. Um lagið sigur Dánjal Rói Olsen, at "dimmliga veðrið tann dagin passaði sera væl til huglagið á sanginum, og upptøkan hevur ymiskar fjaldar meiningar".
Matt Lawrence, sum hevur vunnið eina Grammy-virðisløn fyri eina útgávu hjá bretska bólkinum Mumford & Sons, hevur miksað og mastrað, og Dánjal Rói Olsen hevur sjálvur skrivað og framleitt lagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald