Gamla verkstaðið hjá Wenzel í Akranesgøtu 5 er nú umvælt til at vera eitt nýtímans plátu-og lakkverkstað.
Á odda fyri Wenzel Lakk er Sámal Petur Danielsen og hevur hann góð og roynd fólk afturat sær. Sjálvur hevur Sámal Petur sera drúgvar royndir innan økið, og hann varð útbúgvin autolakkerari í 2007. Nevnivert er, at Sámal Petur byrjaði lærutíð sína hjá Wenzel. Afturat honum starvast Tummas Jákup Sørensen - plátusmiður, Dánjal Sørensen - lakkerari, Dávid Dam - móttøkuleiðari, Malan Fríða Hentze - móttøkufólk og Turið Thomsen – skrivstovufólk.
(Mynd: Wenzel)
Nýggja deildin tekur í móti øllum bilmerkjum og buglur, skøvur, og lakkeringsskaðar er serkunnleiki. Steinsløg, brotnir rútar og tryggingarskaðar tekur Wenzel Lakk sær eisini av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald