Innanlands

Wenzel má sleppa Volvo fyri at yvirtaka BMW

Kappingareftirlitið hevur góðkent yvirtøkuna hjá P/F Wenzel av ognum hjá Sp/f Komfortbilum, men tað hevur við sær, at fyritøkan má frásiga sær Volvo.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-20 15:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kappingaráráðið tók í síðstu viku avgerð um at góðkenna yvirtøkuna hjá P/f Wenzel av ognum hjá Sp/f Komfortbilar. Hetta tó við treyt um at sleppa bilmerkinum Volvo.

Niðurstøðan hjá Kappingarráðnum byggir á, at P/f Wenzel hevur givið nøktandi tilsøgn í málinum, sum gongur kappingarligu ivamálunum hjá Kappingareftirlitinum í sambandi við yvirtøkuna, á møti.

Sambært greiningunum hjá Kappingareftirlitinum gjørdist P/f Wenzel ov ráðandi á premium-brand bilmarknaðinum, um felagið yvirtók ognirnar hjá Sp/f Komfortbilum.

- Fyri at ganga kappingarligu ivamálunum hjá Kappingareftirlitinum á møti, hevur P/f Wenzel latið Kappingareftirlitinum tilsøgn í málinum, ið inni ber, at P/f Wenzel skal frásiga sær Volvo virksemið, tó soleiðis at Volvo kundar í Føroyum framhaldandi skulu hava atgongd til garanti service- og umvælingar, inntil ein onnur fyritøka hevur fingið góðkenning sum Volvo verkstaður, skrivar Kappingareftirlitið á heimasíðuni.

Wenzel hevur annars umboð uppá Ford, Volvo, Mazda, Kia, MG, Isuzu, Byd, BMW, men sleppur við hesum ikki at halda fram við Volvo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder