2024-12-01 09:40
Eigaraskarin hjá Wenzel er blivin størri. Gunnar Nielsen og Martin Skúvadal hava keypt seg inn í fyritøkuna.
Gunnar Nielsen arbeiðir sum søluleiðari í deildini í Stiðjagøtu og Martin Skúvadal er fíggjarstjóri.
Teir báðir koma afturat verandi eigaraskara, har Rúni Djurhuus eigur størsta partin.
Tað var um ársskiftið 2018/2019, at Rúni Djurhuus saman við øðrum keypti P/F Wenzel frá Gunnari Justinussen.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald