Bandero – eitt av skipunum hjá Paul Watson – er aftur í íslendskum sjógvi. Tað boðar Magnús Pálmar Jónsson frá íslendsku sjóverjuni fyri Morgunblaðnum.
Endamálið hjá Bandero í Íslandi er, enn sum áður, at støðga felagnum Hvalur hf. at støðga vinnuligu skjótingini stórhvali.
Bandero fór úr íslendskum sjógvi fyri tveimum vikum síðani og legði kós móti Írland orsaka av, at ein av manningini hevði tørv á læknahjálp.
Jónsson sigur við Morgunblaðið, at tilbúgvingin hjá sjóverjuni er tann sama, sum fyrr hevur verið galdandi. Hann upplýsir, at Bandero higartil hevur hildið seg til allar fyriskipanir, sum eru álagdar skipinum, eitt nú at hava sporingsskipanina tendraða, eins og kravt verður av øllum skipum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald