Fyrstu royndirnar við at framleiða whisky á Faer Islands Distellery eru gjørdar, og blankur løgur er nú klárur at fylla í amerikanskar eikitunnur, so at tær kunnu búnast til gylt whisky um trý ár, minst.
Ein góður partur av fyrstu framleiðsluni er tó tappaður í smáar 20 sentiliturs fløskur og latin teimum nógvu, sum fyri tíð síðani settu eina upphædd í fyritøkuna fyri at gerast limir í sokallaða Founders Club.
Hetta er ikki partaeigarar, men innskotsveitarar til íverksetarafyritøkuna. Stórur partur av hesum skara var mikudagin savnaður til rundvísing í høllini inni á Fjørð í Vestmanna, sum brennivínsvirkið hevur leigað til virksemi sítt fyribils. Framtíðarætlanirnar eru at flyta alt virksemið til eitt øki oman fyri Kvívík, við fríum útsýni suðureftir.
Limaskapur í hesum stovnaraklubba gevur ávísar ágóðar – eitt nú eitt eintak av fyrsta sing malt brygginum, sum enn ikki kann kallast whisky, tí whisky kann hetta brennivínið ikki kallast fyr enn tað er goymt í minst trý ár í tunnum, føtum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald