Nú summarið stendur í fagrasta blóma hevur áhugafelagið EinMalt avgjørt at skipa fyri einum whisky og grillkvøldi, sum verður í Hornahúsinum nú fríggjakvøldið.
Gott whisky riggar avbera væl til grillað kjøt, og tí er upplagt at skipa fyri einum tílíkum tiltaki, sigur Ronnie Thomassen, formaður í EinMalt. Á matarskránni eru shortribs, brisket og kríkbúnað oksakjøt. Afturvið er whisky av Speyside og Islay.
Í fjør varð eisini skipað fyri einum slíkum tiltaki, og undirtøkan var góð. Eins og í fjør, verður kokkurin Jákup Sumberg grillmeistari.
Tilmelding fer fram á Facebook síðuni hjá EinMalt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald