Uttanlands

WHO ávarar um vaksandi smittutalið

Londini eiga at handla nú fyri at forða fyri fleiri óneyðugum andlátum, sigur aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum, WHO

Aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)

Aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)

2020-10-25 11:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri lond uppliva í løtuni ein stigvísan vøkstur í talinum á smittutilburðum.

Fyri norðara hálvknøttin er hetta tíðarskeiðið avgerandi, og eiga londini at handla nú fyri at forða fyri fleiri óneyðugum andlátum, sigur aðalstjórin hjá Heimshelsustovninum, WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

– Ov nógv lond uppliva beint nú ein stigvísan vøkstur í covid-19 tilburðum, og tað elvir til, at sjúkrahús og intensivdeildir eru um at náa sín kapacitet, um tey ikki longu hava gjørt tað, sigur hann sambært Ritzau.

Fleiri evropeisk lond hava eisini sett strangari tiltøk í verk fyri at minka um smittuspjaðingina.

Í Fraklandi og í fleiri italskum landslutum er útfaringarbann sett í verk.

Danmark hevur bannað sølu av rúsdrekka aftaná klokkan 22, og munnbind er nú vorðið krav í eitt nú matvøruhandlum. Í Pólandi skulu allar matstovur lata aftur fyribils.

Fleiri enn 42 mió. eru nú staðfest positiv fyri covid-19 í heiminum, og fleiri enn 1,1 mió. eru deyð.

USA, India og Brasil eru harðast rakt. Tey hava øll skrásett omanfyri fimm mió. tilburðir. Í vikuni er talið eisini farið uppum milliónina í Fraklandi og Spania.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder