
Hjá Heimsheilsustovninum, WHO síggja tey fram til næsta ættarliðið av koronukoppingarevnum, sum kunnu gevast sum næsaspray og tablettir.
Tað segði Soumya Swaminathan, leiðandi granskari hjá Heimsheilsustovninum fyrr í vikuni.
Hetta fer at vera ein fyrimunur av tí at heilivágurin verður lættari at geva fólki enn núverandi sproyturnar, sigur hon sambært Ritzau.
Í løtuni eru 129 ymisk sløg av koppsetingarheilivági, sum eru komin til ta stigið, har tey skulu roynast á menniskju, meðan arbeitt verður við 194 øðrum sløgum, sum tó enn ikki eru komin so langt.
– Eg eri vís í, at okkurt av tí fer at vísa seg at vera sera trygt og munagott, og okkurt annað kanska ikki, sigur Soumya Swaminathan.
Higartil hevur Heimsheilsustovnurin góðkent sjey koronukoppingarevni frá ávikavíst fyritøkunum Pfizer/BioNTech, Moderna, AstraZeneca, Johnson & Johnson, Sinopharm, Sinovac og Bharat Biotech.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald