Uttanlands

WHO flytir virksemi úr Moskva til Keypmannahavnar

Við harðrendu framferðini, sum Russland vísir, ber ikki til at hava slíkt virksemi í russiska høvuðsstaðnum

2023-05-16 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimsheilsustovnurin WHO flytir sína evropeisku skrivstovu fyri ikki-smittandi sjúkur úr Moskva til ST-býin í Keypmannahavn.

Tað upplýsir danska ráðkvinnan við innanríkis- og heilsumálum, Sophie Løhde í tíðindaskrivi.

Tað eru limalondini í evropeiska partinum av felagsskapinum, sum hava tikið avgerðina, ráðkvinnan og upplýsir, at talan var um eina neyðuga avgerð.

- Við harðrendu framferðini og innrásini av Ukraina, kunnu vit ikki hava eina týðandi WHO-skrivstovu í Moskva, sigur hon í tíðindaskrivinum.

Evropeiska høvuðsskrivstovan hjá felagsskapinum liggur frammanundan í danska høvuðsstaðnum.

Enn er avgerð ikki tikin nær virksemið verður flutt, upplýsir ráðið fyri Ritzau tíðindastovuni.

Skrivstovan arbeiðir fyri at betra um fyribirging og viðgerð av ikki-smittandi sjúkum, so sum diabetes, krabbameini og hjartaæðrasjúkum.

Endamálið er at minka um talið av deyðum orsaka av ikki-smittandi sjúkum við einum triðingi innan 2030.

Felagsskapurin er býttur upp í seks ymiskar skrivstovur. Danmark er við í evropeiska partinum, sum hevur 53 limalond.

WHO varð stovnað í 1948 og hevur 194 limalond tilsamans.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder