Uttanlands

WHO: Fólk í serligum vanda eiga at fáa triðja prikið fyri koronu

Serfrøðingar hjá Heimsheilsustovninum, WHO mæla tó ikki til at geva øllum borgarum triðja prikið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-10-13 16:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Øll, ið hava veika immunverju, sum eru liðugt koppsett móti koronu eiga at fáa tilboð um eina triðju koppseting eisini, óansæð hvørjum koppingarevni tey eru koppsett við, sigur serfrøðingabólkur hjá Heimsheilsustovninum, WHO.

Amerikanska heilivágsstýrið, FDA hevur longu gókent triðja prikið við koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech til persónar yvir 65 ár umframt fólk í serligum vandabólki – fólk, ið kunnu gerast álvarsliga sjúk, ella fólk, sum hava arbeiði, ið setur tey í serligan vanda.

Serfrøðingabólkurin hjá WHO mælir eisini til, at øll yvir 60 ár, sum eru koppsett við kinesisku koppingarevnunum Sinopharm og Sinovac, fáa tilboð um eitt triðja prik, skrivar Ritzau.

Bólkurin mælir tó ikki til at geva øllum eitt sonevnt "booster-prik", og hann undirstrikar, at hvørt einstakt land eigur at leggja dent á at geva so nógvum sum gjørligt seinna prikið, og hareftir kunnu tey geva eldru borgarunum triðja prikið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder