Uttanlands

WHO: Hava møguleika at forða fyri størri kreppu

Enn er møguligt at forða fyri, at coronavirusið gerst ein alheimsfarsótt, sigur ovasti leiðarin í WHO

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-02-05 14:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey tiltøkini, sum Kina hevur sett í verk fyri at forða coronavirusið í at spreiða seg, hava riggað, sigur ovasti leiðarin hjá Heimsheilsustovninum WHO.

WHO hevur lýst coronaútbrotið sum eina altjóða heilsukreppu, men talan er enn ikki um eina alheimsfarsótt, og vit hava góðar møguleikar at forða fyri hesum, sigur stjórin í WHO, Tedros Ghebreyesus, sum heldur, at Kina hevur rós uppiborð fyri at hava stongt mørk, avmarkað samferðsluna og sett í verk eitt partvíst útfaringarbann í Hubei-landspartinum, har virusið hevur sín uppruna.

Fleiri enn 20.000 eru smittaði higartil, síðan virusið fyrst varð uppdagað í desember, og 99 prosent av tilburðunum eru staðfestir í Kina. Uttanfyri Kina eru bert 176 tilburðir staðfestir.

Í Kina hevur coronavirusið higartil kravt fleiri hundrað mannalív, og uttanfyri kinesiska meginlandið eru bert tvey fólk deyð – ein í Hong Kong og ein í Filipsoyggjunum.

– Hetta merkir ikki, at støðan ikki kann gerast verri, men vit hava møguleikan fyri at handla. Lat okkum ikki spilla hendan møguleika, sigur Ghebreyesus sambært Ritzau.

WHO undirstrikar tó, at tað er umráðandi, at tey fáa afturmeldingar úr teimum londunum, har sjúkan er staðfest. Higartil hevur stovnurin bert fingið frágreiðingar um ein góðan triðing (38 prosent) av teimum 176 sjúklingunum uttanfyri Kina.

Uttan betri kunning, er tað torført hjá WHO at meta um, hvussu støðan mennist, ella hvørjar avleiðingar tað kann fáa, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder