Árið 2022 kann gerast árið, tá koronafarsóttin endar. Tað segði Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO, tá hann fríggjadagin tók samanum støðuna seinasta árið.
Men um hetta skal henda, er m.a. neyðugt við einum meira javnum býti av koppingarevni um allan heimin. Gera vit ein enda á ójavnanum, gera vit eisini enda á farsóttini. Og tað ber til, sigur hann.
Aðalstjórin vísir á, at meðan fleiri lond eru byrjað at geva borgarum sínum triðju koppsetingina, og summi eisini fjórðu koppsetingina, gongur seint at koppseta í nógvum afrikonskum londum. Har eru trý av fýra heilsustarvsfólkum enn ikki vorðin koppsett.
Seinasta árið, síðan vit byrjaðu at koppseta fyri koronu eru fleiri enn 8,5 milliardir skamtar av koppingarevni givnir, og málið hjá WHO er at 70 prosent av fólkinum í heiminum skal hava fingið koppsetingina áðrenn vit koma til miðjuna av hesum árinum. Eisini skulu tiltøk setast í verk fyri at tryggja okkum móti framtíðarfarsóttum.
– Eg haldi, at um vit gera framstig við hesum málum, fara vit aftur at savnast í endanum av 2022. Ikki fyri at markera endan á einum triðja ári við einari farsótt men fyri at hátíðarhalda, at vit venda aftur til tað, sum var vanligt áðrenn korona, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald