– Myndugleikarnir eru betri fyrireikaðir, og hava lært meira. Vit hava meira miðvísa verju móti smittuspjaðing. Vit kunnu handfara virusið og halda gongd á búskapinum og útbúgvingarskipanini, sigur leiðarin av evropeisku deildini hjá Heimsheilsustovninum, Hans Kluge.
Hann ávarar tó eisini ímóti at undirmeta nýggju smittubylgjuna.
– Virusið er fyrilitsleyst, og tað spjaðir seg nú aftur meira og meira í Evropa. Í løtuni verða 26.000 tilburðir skrásettir um dagin, tó er støðan ikki sum hon var í februar, sigur Hans Kluge sambært Ritzau.
– Vit kunnu handfara smittustøðuna øðrvísi nú enn tá COVID-19 fyrst gjørdi um seg.
Orsøkin til, at smittan aftur er byrjað at spreiða seg er, at fólk halda minni frástøðu nú, sigur Hans Kluge.
Evropeiska deildin hjá WHO umfatar 55 lond, sum higartil hava skrásett fýra mió. smittutilburðir og 215.000 andlát tilsamans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald