Uttanlands

WHO: Ikki vist at vaksina móti korona verður funnin

Hóast nógv verður lagt í at finna fram til eina koppseting, er ikki vist at nakað verður funnið, ávarar WHO-ovastin

Tedros Ghebreyesus (Mynd: EPA)

Tedros Ghebreyesus (Mynd: EPA)

2020-08-03 16:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimsheilsustovnurin WHO ávarar nú um, at tað kanska ikki fer at eydnast at finna eina ”silver bullet” móti covid-19.

Heitið ”silver bullet” – silvurkúla – verður á enskum brúkt fyri eina einfalda loysn upp á ein stóran trupulleika.

- Tað er ongin undurviðgerð í løtuni, og tað er ikki vist, at vit nakrantíð finna nakra, segði WHO-ovastin Tedros Ghebreyesus á einum tíðindafundi í dag.

Tí ljóðar áheitanin til øll heimsins lond at halda heilsutiltøkini um frástøðu, reinføri, testing og brúk av andlitsgrímu.

- Boðini til fólk og stjórnir eru greið. Ger alt, segði Ghebreyesus og vísti á, at munnbind átti at blivið tekin fyri solidaritet kring allan heim.

Kring allan heim verður arbeitt við at finna eina vaksinu móti koronavirusinum, sum hevur rakt yvir 18 milliónir kring heimin.

WHO-ovastin segði á tíðindafndinum, at smittan er størsta alheims heilsuhóttanin í hesi øldini. Altjóða veiðan eftir eini koppseting er eisini søgulig.

- Royndir verða gjørdar við fleiri vaksinum, og einar tvær eru komnar rættiliga langt – og tað er vón.

- Tað merkir tó ikki, at vit fáa eina vaksinu, men í øllum førum er ferðin á granskingini á einum støði, sum vit ongantíð hava sæð fyrr, sigur Ghebreyesus.

Millum annað hevur amerikanska heilivágsfyritøkan Gilead kannað eitt evni – Remdesivir – til viðgerð av covid-19. Hetta er fyrsti heilivágurin, sum í eini stórari kliniskari kanning hevur víst seg at hava ávirkan á sjúklingar við covid-19.

Álvarin í sjúkuni merkir, at myndugleikar hava sett ferð á tilgongdirnar at góðkenna heilivágir. Remdesivir fekk fyrst í juli eina treytaða góðkenning av ES-nevndini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder