Uttanlands

WHO: Korona kann gerast ein avbjóðing í heyst

Á suðurhálvuni, har tað er vetur nú, er trýst á heilsuverkini, og kunnu vit á norðurhálvuni vænta tað sama, sigur stjórin fyri evropeisku deildina hjá WHO

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-20 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heimsheilsustovnurin, WHO ávarar um, at heystið og veturin kann gerast ein avbjóðandi tíð í mun til koronu.

Ávaringin kemur eftir, at talið á nýggjum smittutilburðum er økt seinastu tíðina, samstundis sum fólk vísa koronu minni ans.

Hans Kluge, stjóri fyri evropeisku deildina hjá WHO sigur, at tað er avgerandi, at handla skjótt í ymsu londunum, har tað ikki verður hildið nóg væl eyga við støðuni.

– Mín boðskapur til stjórnir og heilsumyndugleikar er, at tey handla nú fyri at fyrireika seg til komandi mánaðirnar, sigur hann sambært Ritzau.

Hans Kluge vísir á, at tað nú er vetur á suðurhálvuni á Jørðini, og har sær mann, at korona og beinkrím leggur trýst á heilsuverkini.

– Vit fara helst at síggja eina líknandi støðu á norðurhálvuni, tá vit koma til heystið og nærkast vetrinum.

Hjá Landslæknanum upplýstu tey fyri Kringvarpinum í gjár, at 52 fólk hava fingið staðfest koronu í Føroyum seinastu vikuna, og halda tey enn eitt vakið eyga við smittuni. Tey vænta tó ikki, at smittan fer at leggja trýst á Sjúkrahúsverkið, sum støðan er í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder