Heimsheilsustovnurin, WHO heitti í gjár á øll lond um at frámæla eldri borgarum at ferðast í løtuni. Orsøkin er nýggja Omikron-frábrigdið, sum fyrst varð fráboðað í Suðurafrika, men sum síðani er funnið í einari rúgvu av øðrum londum.
Tilmælið hjá Heimsheilsustovninum um at útseta ferðir er tó bert galdandi fyri fólk, ið eru 60 ár og eldri, sum ikki eru liðugt koppsett fyri koronu. Tað boðaði Heimsheilsustovnurin frá seint í gjárkvøldið.
Tilmælið er eisini galdandi fyri borgarar, sum eru serliga sárbærir – fólk, sum hava hjartatrupulleikar, krabbamein og diabetes.
Í farnu viku vóru fleiri lond eisini skjót at seta ferðavmarkingar í verk fyri Suðurafrika og fleiri onnur lond í sunnara parti av Afrika, men hesum mælir Heimsheilsustovnurin tó eisini frá.
– Innferðarforboð fara ikki at forða fyri altjóða smittuspjaðing, og tað leggur eitt stórt trýst á fólk og teirra livibreyð. Samstundis kunnu ferðaavmarkingar ávirka altjóða heilsufakliga samstarvið undir farsóttini við at forða londum í at deila farsóttarfrøðiligar dátur, sigur Heimsheilsustovnurin sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald