Uttanlands

WHO: Veðurlagsbroytingar eru størsta hóttanin móti heilsu okkara

Heimsleiðarar mugu gera okkurt við trupulleikan nú fyri at bjarga lív, sigur Heimsheilsustovnurin, WHO

Tedros Gebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Savnsmynd)

Tedros Gebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Savnsmynd)

2021-10-13 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Veðurlagsbroytingar eru størsta hóttanin móti heilsuni hjá mannaættini. Tað sigur Heimsheilsustovnurin, WHO í nýggjari frágreiðing.

Í frágreiðingini verður m.a. sagt, at brenningin av lívrunnum brennievni drepur okkum. Her verður víst til dálking, hitabylgjur, skógareldar og føðslutrot orsakað av skerjan á landbúnaðarøkinum.

Í hesum sambandi kemur Heimsheilsustovnurin við nøkrum tilmælum um at bøta um hetta, sum m.a. snýr seg um betri lívsgóðsku í býunum og burðardyggan landbúnaðarbúskap. M.a. verður mælt til at geva betri umstøður til gongufólk, súkklarar og brúkarar av almenna samferðslukervinum.

Í frágreiðingini, sum er kunngjørd stutt áðrenn veðurlagstoppfundin hjá ST í Glasgow, COP26, verður eisini sagt, at vit mugu hava varandi orku.

Afturat frágreiðingini hevur Heimsheilsustovnurin eisini sent eitt opið bræv til heimsleiðarar, sum er undirskrivað av uml. 300 felagsskapum, ið umboða meira enn tveir triðingar av altjóða heilsustarvsfólkunum – 45 mió. fólk, skrivar Ritzau.

Í brævinum verður heitt á heimsleiðarar um at gera meira í stríðnum móti veðurlagsbroytingum.

Heimsheilsustovnurin sigur m.a., at bara luftdálking elvir til, at uml. sjey mió. fólk doyggja ov tíðliga á hvørjum ári. Heimsleiðarar mugu gera okkurt nú fyri at bjarga lívum, sigur stovnurin.

Eisini sigur Heimsheilsustovnurin, at tey ríku londini mugu ganga fremst í veðurlagsstríðnum, tí tað eru tey, sum verða mest ávirkaði av veðurlagsbroytingunum. Tí mugu tey lata fleiri pengar til aðrar partar av heiminum, so teir kunnu tillaga seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder