Norska flogfelagið Widerøe, sum seinastu árini hevur bygt upp eitt rættiliga umfatandi rutunet, eisini uttanlands, til og úr Flesland floghavnini í Bergen, fer nú at støðga á fleiri rutum, skrivar Bergensavisen.
Talan er um rutur, sum ikki løna seg. Men hetta er ikki galdandi fyri flúgvingina til Vágar. Henda heldur fram í summarmánaðunum, upplýsir Eline Hyggen Skari, miðlatalsfólk hjá flogfelagnum fyri blaðnum.
Ruturnar, sum verða niðurlagdar eru til München, Hamburg, Bruxelles og Dublin. Harumframt verða túrarnir úr Bergen til Göteborg og Billund skerdir. Innanríkis verða eisini færri túrar millum Bergen og Haugesund og Molde.
Men nortið verður ikki við ruturnar til Føroya, Aberdeen og Firenze.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald