Norsku flogfeløgini Widerøe og Norwegian fara nú í samstarv um ferðaseðlasølu – eitt samstarv, ið merkir at feløgini kunnu selja ferðaseðlar hjá hvørjum øðrum.
Avtalan merkir, at ferðandi kunnu bíleggja alla ferðina gjøgnum annað av hesum báðum flogfeløgunum, hóast tey skulu skifta flogfelag á ferðini. Hetta er tað, sum á enskum verður rópt interlining.
Henda avtalan verður mett at geva kundunum stórar fyrimunir, serliga tá ólag kemur á flogferðsluna, og feløgini tí bæði átaka sær at fáa gjøgnumført ferðina, skrivar NRK.
Widerøe hevur longu eitt slíkt samstarv við Norwegian tá tað snýr seg um innanlandsflúgving, men samstarvið verður nú víðkað til at galda fyri millumlandaferðir eisini.
Widerøe hevur eisini eitt slíkt samstarv við SAS. Stjórin í Widerøe, Stein Nilsen sigur við NRK, at nýggja avtalan einki hevur við verandi verkfallið í SAS at gera.
Enn er ikki klárt at seta avtaluna í verk. Nakrar tekniskar tillagingar skulu gerast fyrst, og tí fer samstarvið ikki at virka fyrr enn í heyst, verður upplýst.
Widerøe flýgur í løtuni fýra ferðir um vikuna millum Vágar og Bergen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald