Uttanlands

Will Smith biður um umbering fyri bakkaláaran

- Harðskapur í øllum formum er eitrandi og oyðileggjandi, skrivar Will Smith á Instagram

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-03-29 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðan hendingina mánanáttina undir oscarhandanini, tá sjónleikarin, Will Smith, gav skemtaranum Chris Rock ein lúsing, hevur Will Smith nú latið hoyra frá sær.

Í einum longri innleggi á sosiala miðlinum Instagram, biður sjónleikarin um umbering.

- Harðskapur í øllum formum er eitrandi og oyðileggjandi. Mín atburður undir Academy Awards í gjár kann ikki góðtakast og er ófyrigevandi, skrivar Will Smith millum annað.

- Eg vil alment biðja teg um umbering, Chris. Eg fór út um mark, og eg gjørdi eitt mistak. Eg eri snópin, og mín atburður vísir ikki tann mann, eg ynski at vera, skrivar hann víðari.

Les eisini: Will Smith langaði vertinum ein lúsing

Will Smith gav Chris Rock ein lúsing eftir, at skemtarin hevur skemtað um, at kona Will Smith, Jada Pinkett Smith, hevur mist hárið.

Hendingin fór fram mitt undir hátíðarhaldinum í Los Angeles.

- Jada, eg elski teg. “G.I. Jane 2”, eg kláraði ikki at bíða við at siga tað, segði Chris Rock av pallinum og vendi sær til Jada Pinkett Smith.

Hon hevur húðsjúkuna alopecia, sum ger, at hon missir hárið.

Skemtið sipaði til filmin “G.I. Jane” frá 1997, har kvinnuligi høvuðsleikarin rakar hárið av høvdinum.

- Skemt, sum rakar meg er ein partur av starvinum, men skemt um sjúkuna hjá Jada klári eg ikki at taka, og kenslurnar hjá mær tóku yvir, skrivar Will Smith á Instagram um hendingina.

Eftir lúsingin fór Will Smith av pallinum og rópti hart frá sínum sessi.

- Lat vera við at nevna navnið á konu míni, rópti hann millum annað.

Will Smith ber eisini Oscar-akademinum, sum framleiðir showið, áhoyrarunum og “øllum øðrum kring heimin” eina umbering.

- Eg arbeiði við at betra meg, skrivar hann at enda.

Stutt eftir hendingina fekk Will Smith Oscar-virðislønina sum besti mannligi høvuðsleikari. Tað var fyri leiklut sín í filminum “King Richard”.

Í gjár boðaði Oscar-akademiið frá, at tað ‘fordømir’ gerðina hjá Will Smith, og ætlar at seta eina kanning í verk um hendingina.

Enn er tí óvist um hetta fær avleiðingar fyri Will Smith – ella um hann kanska missir sín Oscar, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder