Tað verða bretski William prinsur og Anne prinsessa, sum fara at umboða bretska kongshúsið á jarðarferðini hjá norska Harald kongi í komandi viku.
William prinsur umboðar pápa sín, Charles kong, sum ikki sjálvur fer til jarðarferðina. Bretski kongurin ella drotningin fer vanliga ikki til jarðarferð hjá útlenskum ríkisovastum.
Anne prinsessa, sum er systir Charles kong er eisini gumma Haakon kong, og fer hon tí eisini til jarðarferðina í Noregi, skrivar Ritzau.
Fleiri úr danska kongshúsinum fara eisini til Noregs í jarðarferð hjá Haraldi kongi. Umframt Fríðrikur kongur og Mary drotning, koma eisini Margreta drotning, Christian krúnprinsur og Benedikte prinsessa.
Statsleiðarar og kongalig úr fleiri øðrum londum luttaka eisini. Úr Svøríki koma m.a. Ulf Kristersson, forsætisráðharri, Carl Gustaf, Silvia drotning umframt børn teirra - Victoria krúnprinsessa, Carl Philip prinsur og Madeleine prinsessa - við makum.
89 ára gamli Harald kongur andaðist fríggjadagin 28. august á ríkissjúkrahúsinum í Oslo, har hann hevði verið innlagdur í nærum tvær vikur. Jarðarferðin hjá honum verður úr dómkirkjuni í Oslo mikudagin 9. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald