Í sambandi við, at Andreas Mogensen, danski astronauturin vitjar í Føroyum í komandi viku, hevur hann tveir serligar gripir við sær, sum hann hevði við sær á drúgvu ferðini úti á altjóða rúmdarstøðini.
Á einum tiltaki, sum verður í Glasi 24. september fer Andras Mogensen at handa Tjóðsavninum Merkið, sum hann hevði við sær, og sum kundi síggjast í bakgrundini, tá Andreas tosaði við jørðina umvegis videouppkall.
Seinni tann dagin fer hann á vitjan í Williamshúsi undir Varða í Havn, har hann fer at handa abbadóttir Williams, Elisu Heinesen, serliga slipsið hjá mæta skaldinum, sum Andreas hevði við sær á ferðini.
Á myndunum sæst serliga slipsið hjá Williami sveimandi í vektloysi umborð á rumdarstøðini við bláu jørðini í bakgrundini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald