Innanlands

Wilson Goeda í Glyvra Missiónshúsi um vikuskiftið

Suðurafrikanski prædikumaðurin skal, eins og hann gjørdi í høvuðsstaðnum um páskini, hava fleiri møtir. Fríggjakvøldið koma ung av Toftum at framføra, og leygarkvøldið framførir Anton í Liljudali

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Wilson Goeda er í Føroyum

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Wilson Goeda er í Føroyum

2022-04-21 14:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um páskini hevði Wilson Goeda úr Suðurafrika fleiri møtir í Meinigheitshúsinum í Havn. 

Suðurafrikanski prædikumaðurin var eisini í Føroyum í 2015 og 2016  í samband við ungdómslegur hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Nesvík. Eins og tá, steðgar hann eitt sindur longri, og í vikuskifitnum hevur hann trý møti í Glyvra Missiónshúsið. Hesum boða Trúboðin og Glyvra Missiónshús frá.

Eit møti er á skránni í annaðkvøld, eitt leygarkvøldið og eitt sunnukvøldið. Skráin sæst niðanfyri.

Heimasíðan trubodin.fo skrivar, at nógvur góður sangur eisini verður á skránni. Fríggjakvøldið koma ung av Toftum at framføra, leygarkvøldið framførir Anton í Liljudali, og alt vikuskifti verður góður lovsangur við luttøku ymsastaðni frá í Eysturoynni og úr Tórshavn.

[object Object]
Mynd: Trúboðin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder