Guvernørurin í amerikanska statinum Wisconsin, Tony Evers, váttaði í gjár sigurin hjá Joe Biden í forsetavalinum.
Tað upplýsti hann í einum almennum boðum, sambært Reuters.
- Í dag kann gera mína skyldu og staðfesta valið 3. november, sigur Evers í boðunum.
Sambært lóggávuni fyri statin hevur hann "undirskrivað eitt staðfestingarskjal" fyri tey tíggju valdu valfólkini í Wisconsin, sum øll fóru til komandi forsetan, Joe Biden, verður sagt í boðunum.
Fyrr í gjár boðaði staturin Arizona frá, at tey 11 valfólkini í tí statinum eisini fóru til Joe Biden. Tað skrivaði New York Times í gjár.
Hesir báðir statirnir eru millum teirra, har Donald Trump hevur roynt at sáa iva um valúrslitið.
Trump hevur við skuldsetingum um umfatandi valsvik stevnt statunum og biðið um umteljing í fleiri valdømum, eitt nú í tveimum dømum í Wisconsin har umteljingin onki broytti upp á sigurin til Biden, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald