Mentan

Wonder Woman 1984: Best umtókti biograffilmurin í USA síðan mars

Fyrsta vikuskiftið forvann filmurin bert 16,7 mió. dollarar, men tað var nóg mikið til at gera hann til best umtókta biograffilmin, síðan samfeløgini lótu aftur í mars

Ísraelska Gal Gadot spælir høvuðsleiklutin sum Wonder Woman (Mynd: AP)

Ísraelska Gal Gadot spælir høvuðsleiklutin sum Wonder Woman (Mynd: AP)

2020-12-28 12:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsta jóladag varð nýggi superhetjufilmurin "Wonder Woman 1984" frumsýndur í biografum, og fyrsta vikuskiftið forvann filmurin 36,1 mió. dollarar, harav 16,7 mió. í USA og Kanada.

Í einum vanligum ári hevði talan verið um eina næstan syndarliga lítla upphædd fyri ein film av hesu støddini, men við nærum 17 mió. dollarum hevur "Wonder Woman 1984" forvunnið meira enn nakar annar filmur í Norðuramerika síðan koronafarsóttin noyddi samfeløgini at lata aftur í vár.

Tað er ísraelska Gal Gadot, sum spælir høvuðsleiklutin sum Wonder Woman í Wonder Woman-filmsrøðini. Fyrsti filmurin gongur fyri seg undir fyrra heimsbardaga, og seinni filmurin gongur fyri seg undir kalda krígnum. Sambært filmsfelagnum Warner Brothers eru ætlanir um at framleiða ein triðja film.

"Wonder Woman 1984" forvann væl minni enn fyrsti filmurin í røðini, "Wonder Woman", sum kom út í 2017 og savnaði fleiri enn 100 mió. dollarar inn fyrsta vikuskiftið. Miðilin Variety vísir tó á, at úrslitið hjá nýggja filminum er gott, tá mann hugsar um, at bert 35 prosent av amerikonskum biografum hava opið í løtuni.

Tilsamans hevur filmurin, sum hevur verið vístur í fleiri enn 40 londum, forvunnið meira enn 85 mió. dollarar, síðan frumsýningina. Filmurin verður eisini at síggja í Føroyum 14. januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder