Work in Progress”er eitt av tiltøkunum sum Norðurlandshúsið bjóðar nú FiImfestivalurin TÓFF er á skrá. Tríggir føroyskir spælifilmar liggja á arbeiðsborðinum í løtuni. Tað eru leikstjórarnir Andriasi Høgenni, Antoni Petersen og Sakarisi Stórá sum hvør sær hava arbeitt við menning og leikriti, sum fara at leggja fram teirra spælifilmsverkætlanir.
Áhugaverda tiltakið” Work in Progress” verður leygardagin 23. februar í Norðurlandahúsinum. Pætur Marjunarson Dahl stýrir tiltakinum og setur leikstjórunum spurningar. Harumframt fáa áhoyrararnar høvi at koma framat við spurningum, um tíðin loyvir tí.
Filmfestivalurin TÓFF verður í døgunum 22.-27. feb í Norðurlandahúsinum. Harumframt verður ein sýning í Havnar Bio.
- Tóff
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald