Íslendska flogfelagið Wow Air er nú í so trongum fíggjarligum skóm, at alt virksemi í felagnum er støðgað og allar fráferðir avlýstar. Tað boðar felagið frá á heimasíðu síni.
Sambært fráboðanini kunnu ferðafólk, sum hava rindað fyri ein ferðaseðil, venda sær til kredittkortfeløgini og vita, um tey kunnu fáa pengarnar aftur, skrivar Ritzau.
Ferðafólkini, sum hava keypt ferðaseðilin gjøgnum eitt ferðamannafelag ella hava eina serliga trygging, hava eisini møguleika at fáa pengarnar aftur.
- Møguleiki er eisini at seta krav mótvegis búgvinum, skrivar Wow Air.
Wow Air hevur leingi verið í einum stríði fyri at halda seg í luftini. Nakrir kreditorar hava fingið ávirkan á felagið afturfyri ikki at hava kravt felagið stongt.
Les eisini: Wow Air syngur síðsta ørindi
Ein kreppuætlan hevur fyrr havt við sær, at nógv fólk hava mist starvið, og at enda vóru bert sjey flogfør eftir í rakstri.
Wow Air varð stovnað í 2011 og byrjaði at flúgva 1. juni 2012.
Høvuðsskrivan hjá Wow Air í Reykjavík (Mynd:EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald