Uttanlands

Wow Air syngur síðsta ørindi

Lágprísflogfeløg við longum flúgvingum hava trupulleikar hesa tíðina

2019-03-28 08:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir á, at íslendska láprísflogfelagið Wow Air er í so stórum trupulleikum, at felagið má gevast.

Ein miseydnað roynd varð um vikuskiftið og mánadagin gjørd at skaffa íløgupening til felagið, og tí syngur felagið nú helst síðsta ørindi, skriva miðlar í dag.

Eitt nú varð hald lagt á eitt Airbus A321s-flogfar, tí felagið ikki hevði rinda avgjøld til eitt írskt íløgufelag. Wow Air mátti av somu orsøk avlýsa fleiri fráferðir, og listin av avlýsingum er bara vorðin longur sum dagarnir hava gingið.

Roynt varð enn einaferð at fáa Icelandair at spýta pengar í, men hesar royndir miseydnaðust. Stóra flogfelagið í Íslandi ynskir ikki longur at samráðast við Wow Air varð sagt.

Tí sær út til at møguleikarnir fyri at bjarga felagnum tykjast vera tømdir, skrivar danski miðilin fyri flogferðslu insideflyer.dk, sum ræður teimum, sum hava keypt sær ein ferðaseðil frá Wow Air um at tryggja sær eina alternativa ferð frá øðrum flutningsfelag.

Insideflyer.dk skrivar, at tað bendir á, at tað serliga eru tey lágprísflogfeløg, sum bjóða út langfararutur, sum eru í trupulleikum. Primera Air er farið á húsagang, og Norwegian hevur stórar trupulleikar at fáa rakstur í flúgvingina. Hjá Norwegian er ein partur av trupulleikanum, at felagið varð noytt til at stilla 18 flogfør av slagnum Boeing 737 Max.

Um hesi feløgini fara at gevast við flúgvingunum, verður avleiðingin tann, at ferðaseðlarnar fara at hækka munandi í prísi. 

[object Object](Mynd: mbl.is)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder