Seinastu dagarnar eru fleiri mió. íbúgvar í kinesiska milliónbýnum Wuhan kannaðir fyri koronu.
Orsøkin til hesa hópkanningina, sum byrjaði týsdagin, var at býurin hevði staðfest sjey smittutilburðir millum útlendsk arbeiðsfólk. Tað vóru fyrstu nýggju tilburðirnir í meira enn eitt ár.
Sunnudagin boðaðu myndugleikar so frá, at góðar 11 mió. – íbúgvar – undantikið børn undir seks ár og lesandi, sum eru í feriu – eru vorðin kannað í vikuni.
Higartil er staðfest, at 37 høvdu fingið smittuna í býnum. Eisini varð staðfest, at 41 persónar afturat vóru smittuberar, men at eingin teirra hevði sjúkueyðkenni, skrivar kinesiska tíðindastovan Xinhua.
Tað vóru 28.000 heilsustarvsfólk, sum gjørdu kanningarnar á 2.800 kanningarstøðum í Wuhan.
Í hesum døgum er Kina rakt av størsta smittuútbrotinum í fleiri mánaðir. Tað er Delta-frábrigdið, sum hevur breitt seg til fleiri stórbýir í landinum, og hetta hevur við sær, at fleiri mió. fólk hava fingið boð um at halda seg heima. Eitt nú eru heilir býlingar í høvuðsstaðnum Beijing avbyrgdir.
Í fleiri øðrum býum eru eisini ætlanir um at seta hópkanningar í verk, eins og gjørt hevur verið í Wuhan.
Tað var í Wuhan, at nýggja koronavirusið fyrst varð staðfest í desember 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald