Væl umtókta sjónvarpssendingin X Factor verður aftur at síggja 15. mai. Tað skrivar danska TV2 í tíðindaskrivi í dag.
Orsakað av koronavirusinum hevur TV2-sendingin verið útsett í óásetta tíð síðan 6. mars.
Evnið fyri sendingina 15. mai verður sangir úr tónleikafilmum.
Í ár verður finalan yvir tveir dagar. 22. mai verður fyrsta finaluumfar, og 23. mai skal vinnarin finnast.
Enn er óvist, um áskoðarar verða til tær tríggjar sendingarnar, sum eftir eru í hesum umfari, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald