2019-01-04 18:07
Danska sangkappingin, sum fleiri føroyingar hava luttikið í seinastu árini, byrjar aftur í kvøld.
Síðani byrjanina í 2008 hevur X Factor verið sent á Danmarks Radio, men nú hevur TV2 tikið yvir, og fyrsta sendingin verður í kvøld klokkan 19 føroyska tíð.
Sum vant verður byrjað við upptøkuroyndum, og tað er til tíðir rættiliga undirhaldandi. Dómararnir í ár eru Thomas Blachman, Oh Land og Ankerstjerne.
Linda Andrews kappingina í 2009, og síðani hava nógvir føroyingar luttikið, men tað hevur ikki eydnast at vunnið.
Sum skilst er aftur onkur føroyingur við í ár.
X Factor verður víst í KVF klokkan 22.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald