Mentan

X Factor: Nú mugu føroyingar velja

Kári og Tina verða við tá X Factor beinleiðis næsta fríggjakvøld fer av bakkastokki. Hyggjarin avgerð hvør skal víðari og hvør verður vrakaður

2022-02-18 19:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður torført at sleppa undan at lesa og hoyra um X Factor næstu vikurnar. Longu síðsta fríggjakvøldið gjørdist tað greitt tá Kári Fossdalsá tryggjaði sær eitt av nógv umbidnu plássunum í beinleiðis sendingunum av X Factor.

Men í kvøld varð tað sligið fast við sjey tumma seymi, tá 18 ára gamla Tina Mellemgaard eisini vann sær eitt pláss millum tey níggju.

Sostatt er ein ógvuliga góð umboðan av føroyingum, tá TV2 fer í holt við beinleiðis sendingarnar næsta fríggjakvøld. Luttakararnir framføra eitt lag hvønn fríggjadag, og so er tað upp til hyggjararnar hvør skal koma víðari.

Við tað, at heilir tveir føroyingar eru við, verða tað í øllum førum tvær vikur við føroyskum luttakarum. Hetta er tó bara, um tey rúka út beinanvegin. Bæði tvey eru dugnalig, men tað kann gerast torfør avgerð hjá føroyingum, um hvørjum ein skal atkvøða fyri.

25 ára gamli Kári Fossdalsá er undir veingjunum hjá dómaranum Martini Jensen, og okkurt bendir á, at kendi plátuvendarin hevur spennandi ætlanir við toftamanninum, sum saman við unnustu og dóttir býr í Aalborg.

[object Object]Tina Mellemgaard fær boðini frá Kwamie Liv (Skíggjamynd: TV2 Play)

Unga hoyvíkskvinnan hevur ferð eftir ferð tikið dómaran Kwamie Liv á bóli. Heilt frá upptøkuroyndini og til í kvøld, tá hon framførdi egnan sang.

- Tað hevði knúst mítt hjartað at sent teg heim, tí eg kann als ikki ímynda mær at fara “live” uttan teg. Sjálvandi skalt tú við mær, segði Kwamie Liv tá hon gav Tinu Mellemgaard góðu boðini.

[object Object]Hvussu sigur man "tillykke" á føroyskum, spyr fryntliga vertinnan, Sofie Linde, sum síðani fær eitt snarskeið í føroyskum og lærir at siga "Tillukku Tina" (Skíggjamynd: TV2 Play)

Ongantíð eru tveir føroyskir luttakarar komnir so langt áður. Helst hava fleiri føroyingar verið til upptøkuroyndir sama ár, og tað er meira enn so komið fyri at føroyingar hava verið við í beinleiðis sendinginum, og enntá vunnið. Men ongantíð áður eru tveir føroyskir luttakararnir samstundis komnir so langt í stóru tónleikakappingini.

X Factor beinleiðis verður sent á danska TV2 næsta fríggjakvøld klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder