Uttanlands

Xi hevur tosað við Zelenskyj

Kina vil virka fyri friðarsamráðingum millum Ukraina og Russland, segði kinesiski forsetin m.a. í telefonsamrøðu við Zelenskyj í dag

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og kinesiski forsetin, Xi Jinping (Mynd: AP)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og kinesiski forsetin, Xi Jinping (Mynd: AP)

2023-04-26 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kinesiski forsetin, Xi Jinping og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hava í dag tosað saman í telefon.

Ukrainski forsetin hevur fleiri ferðir sagt, at hann ynskir at hitta Xi, og fyrr í hesum mánaðinum segði kinesiski forsetin seg eisini vera sinnaðan at tosa við Zelenskyj.

Sambært Zelenskyj var talan um eina "langa og týðandi samrøðu", og vónar hann, at hetta fer at bøta um sambandið millum londini.

Í samrøðuni segði Xi forseti m.a., at Kina fer at senda serlig umboðsfólk til Ukraina at tosa við allar viðkomandi partar um at finna eina loysn á kreppuna í landinum. Kina ætlar at virka fyri friðarsamráðingum og fyri at fáa eina vápnahvíld skjótast gjørligt, sigur hann sambært Reuters.

Hetta er fyrstu ferð, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í fjør, at Zelenskyj og Xi hava tosað saman í telefon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder