Uttanlands

Xi vitjar í Evropa

Fyri fyrstu ferð síðan 2019 vitjar kinesiski forsetin í Evropa – Leiðin gongur til Fraklands, Serbia og Ungarn

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-04-29 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 5. til 10. mai vitjar kinesiski forsetin, Xi Jinping í Fraklandi, Serbia og Ungarn.

Hetta verður fyrstu ferð í fimm ár, at kinesiski forsetin vitjar í Evropa. Seinast var í 2019, tá hann vitjaði í Fraklandi, Italia og Monako, skrivar Ritzau.

Seinstu mánaðirnar hava søgur verið um, at Xi Jinping skjótt fór at vitja í Fraklandi, eftir at franski forsetin, Emmanuel Macron vitjaði í Kina í fjør, og nú er váttað, at Xi verður í Fraklandi 6. og 7. mai. Hetta verður í samandi við, at londini hava havt diplomatiskt samband í 60 ár.

Talsfólk hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum sigur, at Kina sær fram meira politiskt álit og samstarv millum londini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder