Mentan

Sørvágur: Surkið og regnið skapp ikki at oyðileggja stemningin

Stuttligt er tó at uppliva, at festivalurin í Sørvági veruliga er komin fyri seg, eftir eina heldur tunga byrjan, har tað ikki rættiliga eydnaðist sørvingum at sannføra ta stóru fjøldina aðrastaðni frá enn av oynni, at festivalurin veruliga hevur góðsku at bjóða uppá

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-13 12:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hin trettandi Country & Bluesfestivalurin í Sørvági er nú komin í gongd og væl og virðiliga tað.

Fyrsta kvøldið á festivalinum var á mangar mátar væleydnað, hóast surkið og regnið, sum køvdi bygdina so hvørt sum kvøldið leið, setti ein ávísan dempara á festina.

Stuttligt er tó at uppliva, at festivalurin í Sørvági veruliga er komin fyri seg, eftir eina heldur tunga byrjan, har tað ikki rættiliga eydnaðist sørvingum at sannføra ta stóru fjøldina aðrastaðni frá enn av oynni, at festivalurin veruliga hevur góðsku at bjóða uppá.

Tað er nú eydnast. Tú møtir fólki alla staðni frá, sum koma til Sørvágs at njóta ikki bara tann góða tónleikin, men líka so gjarna hugnan og góðsliga stemningin, sum er á økinum mitt í hugnaligu bygdini, ið er so serstakliga væl egnað til endamálið.

[object Object]
Ray Scott (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ray, Sarah & Mr. Jay

Høvuðsnavnið í gjárkvøldið var stóri maðurin úr North Carolina, nú búsitandi í Nashville, Tennessee, Ray Scott, sum dugdi sítt kramm. Góðir og sterkir honkytonk countrysangir, ið hann sjálvur hevur skrivað, og so onkran kendan inn í millum, eitt nú Johnny Cash, sum fjøldin tók serstakliga væl ímóti.

Men at siga, at Ray Scott er tann stóri undirhaldarin, er at fara ov langt. Hann gjørdi ikki so nógv burtur úr sær sjálvum. So varð gott, at hon hevði eitt væl spælandi og lívligt orkestur við sær.

Talan var um ein bólk av evropearum, EU Band – úrmælingar til country. Ikki minst lívliga Sarah Jory úr Onglandi, ein av bestu steelguitaristum í Evropa, sum er væl kend í Sørvági, hevur vitjað minst tvær ferðir í Sørvági fyrr.

Og so eisini dugnaligi franski guitaristin og orkesturleiðaran, sum eitur Jérôme Désoteux, men kallar seg Mr. Jay á pallinum. Ein frægd at hoyra.

[object Object]
Sarah Jory og Mr. Jay (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Ragnar í Vík (Mynd: Jens Kr. Vang)

Slóðarin byrjaði

Festivalurin fekk eina framúr byrjan, tá ein av slóðarunum innan country í Føroyum, Ragnar í Vík fekk heiðurin av byrja ársins festival.

Hann var við á fyrsta sinni í 2012, men hevur ikki verið á countryfestivalinum síðani. Hevur hildið ein støðg við tónleikaframførslum til fyri stuttum.

Ragnar var væl móttikin á Stakka í Sørvági. Ongin ivi um, at fólkinum dámdi at hava hann aftur at tulka sínar Hank Williams sangir. Vónandi verður høvi at uppliva Ragnar sum fastan gest í árunum framyvir.

[object Object]
Magni Christiansen (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Blátt Gras (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fastir gestir

Countryfestivalurin hevur sínar føstu gestir. Og fleiri av teimum trinu pallin í gjár.

Ein teirra er Magni Christiansen, sum enn einaferð gav eitt lívligt og festligt show saman við dugnaligum orkestri undir leiðslu av Bernardi H. Petersen, sersjantmajori. Og tað gjørdi ikki upplivingina verri, at Bernard hevði fingið fýra dugnaligar kvinnur úr sínum nærmasta umhvørvi at syngja undir.

Blátt Gras eru eisini fastir gestir á countryfestivalinum – altíð festligir og væl upplagdir. Teir høvdu ikki kórdamur við, men høvdu ístaðin eina blásaraseksjón, og tað gjørdi eisini upplivingina til nakað serligt.

Og Ólavur á Váli hevur eisini eftirhondini fingið status sum fastur gestur á countryfestivalinum.

Og tað er fínt at ein festivalur sum hesin hevur eina basu av nøvnum, ið verða biðin at koma aftur og aftur. Tí tað er onki at ivast í, at ein rættiliga stórur partur av teimum, sum koma á festival í Sørvági, koma fyri at hoyra góðan og kendan tónleik, sum tey kunnu syngja við og dansa til.

Tað tykist, sum um avbjóðingin hjá fyrireikarunum er at sannføra at høvuðsnøvnini – altso teir útlendsku gestirnir – eisini hava nakað serligt at bjóða.

[object Object]Sørvings - Magnus og Jákup á Stongum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Minnast tey, ið undan fóru

Tinganest eru ikki fastir gestir longur, nú Jóan Jakku Guttesen er farin í annað ljós at syngja.

Í staðin er blást lív í ein av hansara gomlu bólkum, Sørvings, sum hesaferð, við brøðrunum Magnusi og Jákup á Stongum á odda – sluppu at trína tann stóra pallin. Tað var væl móttikið av heimafólkinum – ongin ivi um tað.

Countryfestivalurin hevur mist tvey fólk og stuðlar í árinum, sum farið er, og festivalurin verður í ár hildin við teimum báðum í minninum. Umframt mæta sangaran og sangskrivaran Jóan Jakku Guttesen, er eisini Thordis Skaalum, ein av stigtakarunum og eldsálunum aftan fyri Countryfestivalin – konan, sum búði í hugnaligu gomlu húsunum beina framman fyri Stakkapallin – eisini farin.

Hesi bæði vórðu virðiliga mint, tá Helena H. Guttesen, bygdaráðslimur, setti festivalin. Og Jakkin verður eisini mintur á festivalinum í ár við at fleiri av hansara sangum verða framførdir av øðrum í ár. M.a. av Strámonnum, sum fara at tulka Jóan Jakku-sangir á teirra konsert seinni í kvøld.

Festivalhugnin heldur fram í Sørvági í dag, vónandi og væntandi við betri veðri enn í gjár.

Tónleikaskráin fyri henda leygadagin er henda:

  • 16.30: Felagssangur (Dansistovan)
  • 18: Lokalar røddir (Stakkapallur) – tey eru Andrass Henriksen, Martin Mikkelsen, Edna Magnussen, Elsibet Jacobsen og Lovinda Halgaklett
  • 19: Lyon Hansen (Stakkapallur)
  • 20: Hallur Joensen (Dungapallur)
  • 21: Rox v/ Signar í Homrum tulka Willie Nelson (Stakkapallur)
  • 22: Robert Mizzell (Dungapallur)
  • 23.30: Strámenn tilja Jóan Jakku Guttesen (Stakkapallur)
  • 00.30: Kristel Lisberg (Dungapallur)
  • 01.30: Sommerson Band (Stakkapallur)

 Sí myndirnar:

Kovboyhattar so langt eyga sær


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder