Nú jólafriðurin so spakuliga byrjar at leggja seg um landið, er kanska eitt gott høvi at leggja oyruni til vakran sálmasang.
Hesi seinastu árini er á hvørjum ári undan jólum skipað fyri serligum tónleikatiltaki í elsta bygninginum í Føroyum, Ólavskirkjuni í Kirkjubø.
“Bach í kertuljósi” hevur tiltakið verið kallað, har nakrir av landsins bestu tónleikarum og sangarum, einans upplýst av livandi ljósum, hava framført jólaligan tónleik av mæta týska tónaskaldinum, Johan Sebastian Bach, sum livdi frá 1685 til 1750.
Men í ár var ongin Bach-konsert orsaka av koronatilmælunum. Men arbeitt verður nú við at hava eitt líkjandi tiltak annan páskadag ístaðin.
Her er ein upptøka við sopransangarinnuni Biritu Poulsen, sum syngur sálmin “Eg standi tíni krubbu hjá” saman við Ólavi Jakobsen, sum spælir gittar afturvið.
Upptøkan er gjørd í Ólavskirkjuni í 2018.
Sjálvur skrivsr Ólavur Jakobsen soleiðis um sangin:
“Dagsins jólalag, er kenda Eg standi tíni krubbu hjá, ið er úr bókini hjá Schemelli, ið kom út í 1736. Í bókini, er fylgispælið ikki skrivað út í nóta, men er bert skrivað við einum bassi og talsetingum. Hetta nevnist generalbassur. Tað er upp til tónleikaran, ið spælir, at leggja hinar tónarnar afturat. Ja, eisini at spæla tað beinleiðis úr bókini, uttan neyðturviliga at skriva tað niður. Meiri ella minni improvisatión. Eftir einum givnum bassi. Hetta var púra vanligt á døgum Bachs. Ja, eitt beinleiðis krav at vera fermur í, um tú var continuoleikari (tastatur-og akkordljóðføri)
Hans Andreas Djurhuus umyrkti orðini hjá Paul Gerhardt úr týskum - Ich steh an deiner Krippen hier.
Soli Deo Gloria”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald