Nýggjur aðalskrivari – tað vil siga hægsti umsitingarligur leiðari – hevur í dag tikið við leiðsluni á høvuðsskrivstovuni hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum í Keypmannahavn.
Finska Paula Lehtomäki tekur við eftir norska Dagfinn Høybråten, hvørs embætisskeið nú var runnið.
Les eisini: Fyrsti kvinnuligi stjórin fyri norðurlendska samstarvinum
Paula Lehtomäki kemur beint úr einum starvi sum skrivstovustjóri í finska forsætisráðnum.
- Hetta er ein einastandandi møguleiki. Álitið til norrøna samstarvið er styrkt seinastu árini, bæði innan fyri Norðurlond og altjóða. Tí eru møguleikarnir at styrkja samstarvið í Norðurlondum sera góðir júst nú, sigur nýggi aðalskrivarin.
Ein kanning í 2017 vísti, at 90 prosent av spurdum norðbúgvum siga, at tey eru nøgd við norðurlendska samstarvið, meðan 70 prosent svaraðu at tey ynsktu eitt tættari samstarv millum londini.
Sjálv hevur Lehtomäki merkt henda hugburð.
- Tá heimurin kring okkum kennist ótryggur, er norðurlendska familjan ein tryggur og álítandi felagi, sigur hon.
Aðalskrivarin vísir á, at samstarvið skal snúgva seg um spurningar, sum eru viðkomandi fyri borgararnar í Norðurlondum – bæði nú og í framtíðini. Men samstundis hevur tað týdning, at norrønu virðini og royndirnar eru sjónligar á altjóða pallunum.
- Á fíggjarætlanini fyri Norðurlendska Ráðharraráðið í ár er talgilding, flytføri og altjóða profilering í hásæti. Tað er í tráð við tað, sum eg haldi, at norðbúgvar vænta. Vit skulu fylgja við tíðini og brúka nýggjar møguleikar fyri at lætta um fría flytførið. Og tað er okkara plikt at deila hesa vitan við restini av heiminum.
Paula Lehtomäki er fyrsta kvinnan og eisini yngsti aðalskrivarin nakrantíð í søgu Ráðharraráðsins.
- At ráðið hevur valt eina yngri kvinnu, sum er miðskeiðis í síni yrkisleið, er ikki av tilvild, sigur hon.
Seinastu árini hava aðalskrivararnir verið fyrrverandi politikarar, sum hava nærkast ella eru komnir í pensjónsaldur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald