
Yvirfriðingarnevndin hevur nú fingið eina áheitan um at taka málið viðvíkjandi fríøkinum við Sandá upp til nýggja viðgerð. Tað er økið, ið er sett av til bygging av nýggjari kirkju á Argjum.
Áhugabólkurin ‘Varðveitið fríøkið við Sandá’ vísir millum annað á, at áðrenn málið varð viðgjørt í yvirfriðingarnevndini, varð ongin árinskanning gjørd, sum veruliga lýsir náttúruna í hesum serliga umhvørvi.
Bólkurin vísir á eina teljing av plantum, sum lívfrøðingarnir Magnus Gaard og Finnur Lützen hava gjørt, og sum vísir, at 90 plantusløg – harav fleiri sjáldsom – eru funnin í økinum.
Áhugabólkurin heldur, at Yvirfriðingarnevndin við hesi grundgeving eigur at taka málið upp til nýggja viðgerð. Náttúrufriðingarlógin heimilar nevndini sjálvari at taka mál uppaftur um “serstakar umstøður kunnu gera seg galdandi”.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald