Uttanlands

Ynskir at styrkja samstarvið við Russland

Tað sigur Kim Jong-un í nýggjársheilsan til Vladimir Putin

Kim Jong-un, leiðari í Norðurkorea, og Vladimir Putin, forseti í Russlandi (Mynd: EPA)

Kim Jong-un, leiðari í Norðurkorea, og Vladimir Putin, forseti í Russlandi (Mynd: EPA)

2024-12-31 12:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un ynskir at styrkja samstarvið við Russland, skrivar hann í nýggjársheilsan til russiska forsetan Vladimir Putin, russiska herin, og russiska fólkið.

Í brævi sínum fegnast Kim Jong-un um, at samstarvið millum londini er styrkt í 2024.

Tað var í juni í ár, at Kim og Putin skrivaðu undir verjuavtalu, sum m.a. inniber, at tey bæði londini skulu hjálpa hvørjumøðrum, um annað landið verður álopið.

Seinni í ár vórðu 11.000 norðurkoreansk herfólk, sambært suðurkoreanskum upplýsingum, send til Russlands at hjálpa russum í krígnum móti Ukraina.

Kim skrivar, at hann ynskir, at Russland "vinnur á nýnasismuni og fær ein stóran sigur", skrivar Ritzau.

Vladimir Putin hevur fleiri ferðir umrøtt ukrainar sum nýnasistar. Russland og Ukraina hava verið í kríggj síðan februar 2022.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder