Uttanlands

Ynskir fólkaatkvøðu um innliman í Russland

Landslutirnir Suðurossetia og Abkhasia í Georgia, sum Russland hevur hersett, hava ynski um at gerast partur av Russlandi

Anatolij Bibilov, leiðari í Suðurossetia, her á vitjan hjá Putin í Kreml (Savnsmynd: EPA)

Anatolij Bibilov, leiðari í Suðurossetia, her á vitjan hjá Putin í Kreml (Savnsmynd: EPA)

2022-03-31 10:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Myndugleikarnir í georgiska landslutinum Suðurossetia, ið ynskir at ríva seg leysa frá Georgia, ætla nú at skipa fyri fólkaatkvøðu um møguliga innliman í Russland.

Leiðarin í landslutinum, Anatolij Bibilov, sigur við russiskt statssjónvarp, at ein fólkaatkvøða er neyðug fyri at kunna taka eitt slíkt stig.

Men tað verður “trupult at skipa fyri” eini slíkari atkvøðugreiðslu, sigur hann sambært týsku dpa tíðindastovuni.

- Eg haldi, at ein innliman í Russland skal vera okkara strategiska mál, sigur Anatolij Bibilov.

Russland leyp í 2008 á Georgia, og síðan hava tey bæði økini Suðurossetia og Abkhasia verið hersett øki.

Russland viðurkennir Suðurossetia, ið liggur í sunnara parti av Kaukasus, sum frælsur statur, og hevur sent fleiri túsund herfólk til økið, skrivar dr.dk.

Flest onnur lond síggja framvegis Suðurossetia og Abkhasia sum partur av Georgia. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder