Uttanlands

Ynskir greiðari reglur um ferðafólkaskip í grønlendsku firðunum

Ein roynd at hála Ocean Explorer leysan miseydnaðist í gjár

Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna við uttanríkis-, handils- og vinnumálum

Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna við uttanríkis-, handils- og vinnumálum

2023-09-14 07:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grønlendska landsstýriskvinnan, Vivian Motzfeldt úr Siumut flokkinum, ynskir nú herdar reglur fyri ferðamannaskipum í grønlendskum sjógvi.

Vivian Motzfeldt er landsstýriskvinna við uttanríkis-, handils- og vinnumálum, og hevur harvið eisini ábyrgdina av ferðafólkavinnuni.

Boðini koma eftir hendingina í Alpefjørðinum í Eysturgrønlandi, har eitt reikferðaskip, Ocean Explorer, hevur rent á land.

- Hendingin vísir týðuliga, at vit mugu arbeiða fyri, at vit fáa greiðari reglur fyri slíkar ferðir, longu til komandi ár, sigur Vivian Motzfeldt við Sermitsiaq.

Hon ynskir at grønlendsku kommunurnar verða tiknar við í fyrireikingarnar av, hvussu reglurnar skulu skipast. Strandalinjan í Grønlandi er 44.000 kilometrar long.

- Kommunurnar vita, hvørji veiðu- og fiskiøki skulu verjast, og tað hevur týdning fyri landsstýrið at lurta eftir kommununum, so eg rokni við, at tá ferðamannatíðin kemur komandi ár, at vit hava greiðar leiðreglur fyri, hvar reikferðaskipini sleppa at sigla inn, um tey endiliga skulu inn í firðirnar, sigur Vivian Motzfeldt.

Í samrøðuni slær hon eisini fast, at hon fegnast um, at hvørki fólk ella náttúra hava fingið mein í sambandi við at hetta skipið rendi á land.

Í sambandi við at lóggávan skal broytast tekur Vivian Motzfeldt friðaðu oynna Uunartoq í Suðurgrønlandi fram sum dømi. Tað er bert landøkið, sum er friðað. Tí kunnu reikferðaskip í øllum støddum sigla rundan um oynna uttan forðingar. Í dag er nóg mikið, at hesi skip hava loyvi til at sigla í grønlendskum sjógvi, vísir Vivian Motzfeldt á.

[object Object](Mynd: Sirius patruljen / Arktisk kommando)

206 fólk eru umborð á skipinum Ocean Explorer.

Í gjár royndi havrannsóknarskipið, Tarajoq, hjá grønlendska heimastýrinum at hjálpa til við at toga skipið leyst, men tað eydnaðist ikki, upplýsir Arktisk Kommando á Facebook.

Tá Arktisk Kommando mánadagin fekk boðini um at Ocean Explorer hevði rent á land, varð avgerð tikin um at senda verjuskipið Knud Rasmussen til økið. Ferðin frá har Knud Rasmussen var staddur til Alpefjorden í Eysturgrønlandi er heili 1.200 fjórðingar. Hetta merkti, at verjuskipið í fyrsta lagi kundi vera frammi í morginárið, lokala tíð. Nú ljóða boðini, at tað helst ikki verður fyrr enn einaferð fríggjakvøldið, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder