
Týska stjórnin ætlar nú at banna grøna flaggið hjá hernaðarliga palestinska bólkinum Hamas.
Hamas er á listanum hjá ES yvir yvirgangsfelagsskapir, og eisini USA og Ísrael rokna Hamas sum ein yvirgangsfelagsskap, og týsku stjórnarflokkarnir CDU, CSU og SPD, ætla at leggja fram lógaruppskot um at banna flaggið hjá felagsskapinum.
Málið verður væntandi tikið upp innan fáar vikur, skrivar Ritzau.
Hetta lógaruppskotið kemur í kjalarvørrinum á fleiri antisemitiskum tilburðum í Týsklandi seinastu mánaðirnar í sambandi við stríðið millum Ísrael og Hamas.
Uppskotið fer væntandi at gera tað ólógligt at spreiða propaganda og brúka merki hjá bólkum, sum standa á listanum hjá ES yvir yvirgangsfelagsskapir.
Umframt Hamas eru m.o. eisini kurdiski bólkurin PKK, Hizbollah og filipinski kommunistaflokkurin á listanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald