Uttanlands

Ynskja at steðga uppteljingini í Nevada

Umboð hjá Donald Trump vilja vera við, at valsvik er framt í statinum – Í løtuni førir Biden í Nevada við einum prosentstigi.

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2020-11-05 17:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umboð fyri valstríðið hjá Donald Trump royna at fáa ein dómstól at steðga uppteljingini av atkvøðum í statinum Nevada. Tey vilja vera við, at valvik er framt í statinum. Tað varð fráboðað á tíðindafundi í Las Vegas í kvøld.

Sambært teimum, eru atkvøður hjá deyðum veljarum taldar við, og "túsundatals" atkvøður hjá veljarum í Clark County eru taldar við, hóast hesi eru flutt úr valdøminum undir koronafarsóttini.

Sagt verður eisini, at atkvøðuseðlarnar hjá fleir fólkum vórðu stolnir, og at fleiri høvdu fingið at vita, tá tey møttu upp at velja, at tey longu høvdu greitt atkvøðu.

Umboð hjá Trump hava tó eingi prógv fyri hetta, skrivar DR, men tey vilja vera við, at prógvini eru almenn.

Á tíðindafundinum var tó eitt vitni, sum greiddi frá, at starvsfólkini á valstaðnum høvdu tikið atkvøðuseðilin frá henni, tí tey søgdu, at hon longu hevði greitt atkvøðu.

Í løtuni førir demokraturin Joe Biden við einum prosentstigi í statinum, og sambært AP er tað nú nóg mikið hjá honum at vinna Nevada fyri at tryggja sær valsigurin.

Les eisini: Vinnarin av amerikanska forsetavalinum kann verða funnin í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder