Johannus Kallsgarð, sum hevur Kallin um hendi, ynskir at fara undir at gera eina ordiliga gongugøtu frá Trøllanesi út á Kallin. Í fyrsta umfari eina leið frá bygdini og niðaná slætt og so leiðina inn í Borgardal yvir til vitan.
Tað skrivar Visit Kalsoy á Facebook.
- Núverandi gongd frá bygdini út á vitan slítur ov nógv. Við verðandi vitjanum eigur ein skjótt at steingja hagapartin av fyri ferðandi í styttri og longri tíðarskeið – og tað verður neyvan góðtikið ella virt í longdini.
Í ár eru trý ferðafólk eisini gliðin og hava brotið beinið, so ein gøta fer eisini at gera tað tryggari at ganga, umframt at tað fer at gera tað skjótari at føra ein skaddan til viðgerð. Sum nú er, mugu boð sendast eftir tyrluni hvørja ferð.
Gøtan skal verða nóg breið, at ein 4 hjólað súkkla skal kunna koyra har, men tað verða tó ikki aðrar súklur enn bóndans súkkla, sum fáa loyvi at koyra har.
Undirlagið til gøtuna skal gerast ordiliga við at grava niður á fast og so fylla grót í og eyr omanyvir. Møguliga skal okkurt slitsterkt gittar leggjast omaná gøtuna, so gras kann veksa uppímillum.
Tað er ynskiligt, at gøtan skal verða so lítið sjónlig sum til ber, skrivar Visit Kalsoy.
Møguliga skal fyrri teinurin heldur verða frá svinginum uppi í dalinum enn niðri frá bygdini fyri at verja bygdina eitt sindur fyri tí vaksandi streyminum av ferðafólki.
Umleið fjórðingurin av hagapartinum er privat ogn, meðan Føroya Jarðargrunnur eigur rest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald