Eina løtu eru fólk glað.
Tað siga íbúgvar í býnum Khan Younis í Gazageiranum, sum tíðindastovan Reuters hevur tosað við, nú vápnahvíld er millum Ísrael og Hamas.
– Fólk eru í ávísan mun glað. Vit ynskja, at vápnahvíldin heldur fram og verður varandi, ikki bara í fýra ella fimm dagar, sigur Ayman Nofal, ein palestinskur íbúgvi í býnum.
– Hon (vápnahvíldin, red.) gevur fólkinum møguleika at anda út eina løtu. Vit vóna, at vápnahvíldin heldur fram, og at líðingin hjá fólki gerst minni, sigur ein annar íbúgvi, Haitham Ahmed.
Vápnahvíldin byrjaði í gjár og skal eftir ætlan vara í fýra dagar.
Embætisfólk í Egyptalandi, sum hevur luttikið í samráðingunum millum Ísrael og Hamas, sigur, at tosað verður við allar partar um at leingja vápnahvíldina, og at har eru "jalig tekin" um, at vápnahvíldin møguliga kann legjast nakrar dagar.
Umframt hetta er eisini møguleiki fyri, at fleiri gíslar í Gaza og palestinskir fangar í Ísrael kunnu verða leyslatnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald